140x140

Ellutir og elektronikkur

Flest øll hava í dag egna fartelefon, iPod, farteldu og líknandi vørur, ið brúka streym ella battarí. Slíkar vørur kunnu ofta innihalda flammutálmarar og onnur kemisk evni, sum kunnu dálka umhvørvið – ikki minst um vøran endar í vanliga ruskposanum!
 

Hyggjuráðini eru at spyrja eftir vørum, sum eru merktar við antin Svananum ella Blómuni, ella á annan hátt at tryggja sær, at vøran ikki inniheldur kemisk evni, ið eru skaðilig fyri heilsuna ella umhvørvið. Røtt burturbeining hevur eisini stóran týdning.  

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

Ellutir og elektronikkur